Café

Hjá MorMor er gula húsið, Undir Heygnum á Tvøroyri, við lítlari seymistovu, café og kømurum til gisting!

Húsini eru frá 1890, og flestu tvøráfólk kenna tey sum húsini hjá MorMor - Laurinu Voksnæs Hansen - sum var úr Skagen og giftist hagar.

Café’in er opin uml. 3 dagar um vikuna frá mai - september. Um veturin hava vit eisini eitt sindur caféopið og tónleika- og onnur mentanartiltøk við hvørt. Hesum lýsa vit við á Facebook.

Finn okkum á facebook

Hjá MorMor leggja vit okkum eftir at borðreiða við heimagjørdum mati úr góðari rávøru. Vit baka breyð og køkur, gera suppur v.m.


Tekstil

Hjá MorMor trýnur man inn í lítla seymistovu. Her brúki eg – Anna Mortensen – nógva tíð um veturin at sniðgeva og framleiða pútur, planchur, taskur, niðurdeilar o.a. úr endurnýttum tilfari.

Produktini kunnu keypast í café’ini.


Gisting

Verið vælkomin at gista Hjá MorMor.

Hjá MorMor er gula húsið, Undir Heygnum á Tvøroyri, við lítlari seymistovu, café og trimum kømurum til gisting!

Í løtuni hava vit eitt dupultkamar, sum er í anneksinum, men frá 1. juni 2026 hava vit 2 dupultkømur afturat á loftinum Hjá MorMor.

Í anneksinum er dupultkamar við baðirúmi og eitt vakstrarhús, sum um summarið eisini verður brúkt til kaffistovu til cafégestir, og sum um veturin liggur í dvala.

Á loftinum hjá MorMor verða tvey dupultkømur við felags baðirúmi. Húsini eru frá 1890, so vert er at leggja merki til trappuna upp á loft (sí mynd). Myndir av kømurum koma, tá liðugt er at umvæla!

Morgunmaturin verður borðreiddur á caféíni – eitt nú heimabakað breyð, frísktpressað juice við góðum tilhoyri.

Vit vilja fegin hava gestir at yvirnátta, í minsta lagi, tvær nætur.

Prísur fyri tvær nætur í dupultkamari í anneksinum, v/morgunmati, er 2500 kr.

Prísur fyri tvær nætur í dupultkamari Hjá MorMor, v/morgunmati, er 1900 kr.

Áhugað kunnu senda teldupost til cafe@mormor.fo ella ringja 287810


Samband

Tlf.: 287810

Mail: cafe@mormor.fo

Adressa: Undir Heygnum 38, 800 Tvøroyri